Uttanlands

Minst 20 deyð í jarðskjálvta í Kolumbia

Enn er ógreitt hvussu stóran skaða skjálvtin, sum rakti í morgun lokala tíð, hevur elvt til

Húsini í býnum Manizales hava fingið stóran skaða (Mynd: Jonh Bonilla/AFP/Ritzau Scanpix)

Húsini í býnum Manizales hava fingið stóran skaða (Mynd: Jonh Bonilla/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-10 17:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst 20 fólk hava latið lív í einum jarðskjálvta, sum í morgun lokala tíð rakti suðuramerikanska landið, Kolumbia.

Skaðar eru hendir fleiri staðni í landinum, og skjálvtarnir merktust eisini í Venesuela og í Ekvador.

Í Cali í Valle del Cauca landslutinum eru minst 20 bygningar við fólkum í rapaðir. Býurin hevur biðið um hjálp úr Bogotá og Medellín at bjarga fólkunum úr rapaðu bygningum, upplýsir borgarstjórin í býnum.

Enn er ógreitt hvussu umfatandi skaðarnir. Jarðfrøðiligi stovnurin í Kolumbia metti skjálvtan vera á 6,6 á richterskalanum, meðan amerikanski stovnurin metti styrkina at vera 7,4, skrivar Reuters. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder