Minst 22 fólk deyð í skottilburðum í Maine

Løgreglan jagstrar ein 40 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at hava skotið frá hond í nátt, okkara tíð

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-10-26 06:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst 22 fólk hava latið lív í einum ógvusligum skottilburði í býnum Lewiston í statinum Maine í USA.

Tað upplýsir CNN sjónvarpsstøðin við einum lokalum býráðslimi sum keldu. Millum 50 og 60 fólk vórðu særd í hendingini, upplýsir løgreglan fyri sjónvarpsstøðini.

Løgreglan upplýsti í morgun okkara tíð, at hon leitar eftir einum 40 ára gomlum menni, sum er vápnaður og vandamikil.

Ritzau skrivar, at sambært lokala blaðnum Sun Journal er alt økið kring Leviston stongt. Lokali sheriffurin, Eric Samson, váttar fyri blaðnum at talan helst er um tríggjar hendingar, og at talið á deyðum kann vera uppaftur størri.

Løgreglan hevur eisini í nátt almannakunngjørt eina mynd av eftirlýsta gerningsmanninum í svørtum og brúnum klæðum og við skotvápni.

Lewiston er næststørsti býur í lítla statinum, Maine, liggur í amtinum Androscoggin, umleið 56 kilometrar norðan fyri størsta býin í Maine, Portland. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder