2022-10-11 06:58
            
        
        
                
            Leitað verður eftir fólki í runu og byggileivdum í býnum Las Tejerias í Venesuela eftir at eitt ógvusligt skriðulop leygardagin.
Higartil eru 36 fólk staðfest deyð, og 56 eru saknað eftir skriðulopið, upplýsir Remigio Ceballos, innanríkisráðharri í landinum, sambært Ritzau.
Væntað verður, at endaligu tølini fyri deyð verða munandi hægri.
Las Tejerias liggur í fjallalendi umleið 50 kilometrar frá høvuðsstaðnum, Caracas.
Tað eru bert fáir dagar síðani, at eitt annað skriðulop hendi í Venesuela. Tá mistu 20 fólk lívið.
Fleiri áir eru seinastu tíðina floymdar yvir áarbakkarnar orsaka av nógvum avfalli, sum er orsøkin til skriðulopini.
![]()
(Mynd: EPA)
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald