Uttanlands

Minst 55 deyð í USA vegna kulda og meldurhvirlu

Heilt ringt veður hevur ávirkað jólini í USA. Tað er serliga í statinum New York og í býnum Buffalo, at ódnin "Elliott" hevur rakt hart, men fólk hava latið lív í minst tólv statum

Tað er serliga í landnyrðingspartinum av landinum, at tað stendur illa til (Mynd: EPA)

Tað er serliga í landnyrðingspartinum av landinum, at tað stendur illa til (Mynd: EPA)

2022-12-26 21:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Her í Føroyum hevur veðrið verið ógvuliga ringt nakað av tíðarskeiðnum upp til jólar og nú eisini um jólini, men í USA er talan um eina ódn (Elliott", meldurhvirlu og ógvusligan kulda, ið millum annað hava havt deyðsføll við sær. Talið av deyðum er í dag farið upp á minst 55 orsakað av veðrinum seinastu dagarnar. Hetta skriva fleiri altjóða miðlar. 

Tað er serliga í landnyrðingspartinum av landinum, at tað stendur illa til, og í Buffalo er ferðaforboð, og myndugleikar hava gjørt greitt, at tað kann vera lívsvandamikið at koyra bil har í løtuni. Býurin við yvir 275.000 íbúgvum er ein av teimum støðunum í USA, har kuldin í løtuni er niður ímóti minus 40, har bjargingarlið eru avmarkaði, í mun til hvat tey júst nú megna, og har partur av húsarhaldunum - eini 15.000 - framvegis eru uttan streym.

Hetta skriva miðlar sum New York Post og NBC News. Kavin, kuldin og vindurin hava higartil kosta minst 27 mannalív í statinum New York, og guvernørurin í New York, Kathy Hochul, ið var stødd á gistingarhúsi í Buffalo yvir jólini, kallar hetta eina søguliga kavaódn - í øllum førum tað ringastu hesa øldina.

Hochul og aðrir myndugleikar ávara um, at vandin ikki er av, hóast veðrið sær út til at gerast betri í morgin, og at tað mikudagin fer uppum frostmarkið nógvastaðni. Ódnin Elliott og kuldin hava rakt stórar partar av USA. Fólk eru deyð í minst tólv statum: Colorado, Illinois, Kansas, Kentucky, Michigan, Missouri, Nebraska, New York, Ohio, Oklahoma, Tennessee og Wisconsin.

Streymurin er burtur ymsastaðni - eisini í yvir 100.000 húsahaldum í Kanada, ið er hinumegin markið frá til dømis Buffalo. Ferðaforboð eru eisini í pørtum av Kanada, orsakað av ógvusliga veðrinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder