Fleiri fólk vórðu kroyst til deyða í høvuðsstaðnum í Jemen, Sanaa, tá fleiri hundrað fólk savnaðust á einum skúla fyri at fáa fíggjarliga neyðhjálp.
Sambært Reuters eru minst 78 fólk deyð og uppaftur fleiri eru særd, nøkur teirra álvarsliga, skrivar Ritzau.
Fólkini vórðu kroyst, tá pengaupphæddir vórðu útbýttar í sambandi við seinastu dagarnar í heilaga muslimska mánaðinum, Ramadan, skrivar Reuters.
AP tíðindastovan skrivar, at vápnaðir limir í Houthi-rørsluni skutu upp í loft fyri at fáa tamarhald á fólkamongdini, men ein el-kaðal varð raktur, og hetta førdi til eina elektriska spreinging, sum elvdi til fjáltur hjá teimum mongu fólkunum.
Borgarakríggið í Jemen er kallað “heimsins álvarsligasta humanitera kreppa” av ST, og snýr seg um stríð millum tveir týðandi partar í økinum, Houthi-rørsluna, sum fær stuðul úr Iran, og samgonguna, sum fær stuðul úr Saudiarabia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald