Innanlands

Minst seks lótu lív av bumbum í Kyiv í nátt

Talan var um ballistiskar rakettir, sum raktu minst tríggjar býarpartar, upplýsir borgarstjórin.

(Mynd: Tetiana Dzhafarova/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Tetiana Dzhafarova/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-08-20 08:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seks persónar hava latið lív og 24 onnur eru særd í russiskum loftálopum móti ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, og økinum harumkring, upplýsa lokalir myndugleikar.

Reuters tíðindastovan boðar frá, at minst tólv spreingingar vóru í sjálvum høvuðsstaðnum í nátt.

Vitalij Klytjko, borgarstjórin í Kyiv, upplýsti, at talan var um ballistiskar rakettir, sum raktu tríggjar ymsar býarpartar. Bæði íbúðarhús og aðrir bygningar eru raktir. Eldur kyknaði í onkrum teirra, segði hann.

Polska loftverjan boðar frá, at tey sendu stríðsflogfør á flog í nátt í fyribyrgjandi ørindum fyri at verja loftrúmi yvir Nato-landinum, sum hevur mark móti Ukraina, skrivar NTB. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder