Innanlands

Minst til at biðja um loyvi til nýggjársbálið

Øll, sum ætla sær at brenna størri bál mugu biðja kommununa um loyvi fyrst, sigur Umhvørvisstovan, sum eisini minnir á, at bálið má gerast á rættan hátt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-12-30 16:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tey, sum ætla at skipa fyri nýggjársbáli í morgin, mugu biðja um loyvi frá kommununi. Tað minnir Umhvørvisstovan á í dag.

Ætlar ein sær at brenna størri bál, er neyðugt at biðja um loyvi. Her er talan um bál, sum eru størri enn 1,2 metrar í tvørmát.

Eisini hevur Umhvørvisstovan nøkur ráð til, hvussu farast skal fram, tá ein skal brenna eitt nýggjársbál.

– At brenna bál er hugnaligur siður. Men verður ikki rætt farið fram, kann sót og eitrandi evni í roykinum elva til heilsuskaða.

– Tá bál verður kynt, er umráðandi einans at brenna óviðgjørdan við og annað, ið ikki dálkar og er ætlað sum brenni. T.d. træplattar, trækassar og greinar, og ikki at brenna burturkast, ið kann dálka ella vera til skaða ella ampa.

– Tá bálið er slóknað, er umráðandi at beina burtur leivdir frá bálinum og lata tær til kommunalu burturkastskipanina.  Um bál elva til ampa, hevur kommunustýrið ábyrgdina av, at bálið verður sløkt og at leivdirnar verða koyrdar á kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast.

– Endamálið við at brenna bál má tó ongantíð verða at sleppa sær av við stórar nøgdir av burturkasti.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder