
Seinnpartin hevur ein spreinging verið í spanska høvuðsstaðnum.
Spanskir miðlar skriva, at hon var ógvuslig, og at fleiri hæddir av bygninginum eru rapaðir. Bygningurin er mitt í Madrid og liggur við eitt sjúkrahús, eina kirkju og ein skúla. Íbúgvar í økinum vórðu fluttir á eitt gistingarhús.
Nøkur eru tó saknaði, og fyri løtu síðani váttaði borgarstjórin í Madrid fyri sponskum miðlum, at í minsta lagi tvey fólk hava latið lív.
José Luis Martínez-Almeida Navasqüé segði eisini, at talan helst var um ein gassleka. Harvið tykist tað ikki at vera nakar yvirgangur men heldur eitt óhapp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald