Heimsins minsti maður, Khagendra Thapa Magar úr Nepal, andaðist fríggjadag seinnapart, bert 27 ára gamal.
Hesum boðar Guinness World Records frá sambært TV2.
Sum nýføðingur var hann, sambært pápa sínum, so lítil, at hann kundi liggja í hondini á honum.
Tað var í 2010, tá Khagendra Thapa Magar fylti 18 ár, at hann varð skrásettur í metbókini hjá Guinness sum minsti maður í heiminum. Tá var hann bert 67,08 cm høgur og vigaði seks kg.
Guinness hevur tvær skrásetingar av heimsins minsta manni. Khagendra Thapa Magar varð skrásettur sum heimsins minsti flytføri maður, av tí at hann sjálvur dugdi at ganga. Men filipinski Jenrey Balawing, sum var 59,93 cm høgur var heimsins minsti ikki-flytføri maður.
Seinastu tíðina hevði Khagendra Thapa Magar trupulleikar við astma og lungnabruna, og varð hann innlagdur á sjúkrahús dagin áðrenn hann doyði.
Heimsins minsti maður er nú Edward "niño" Hernandez úr Kolumbia, ið er 70,21 cm høgur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald