Innanlands

Minusóparar á Havnini

Skipini gera smærri leitivenjingar og royna útgerð í føroyskum øki, og liggja við bryggju í Havn um vikuskiftið

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-06-14 08:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Trý skip úr NATO-minusóparabólkinum SNMCMG1 (Standing NATO Maritime Countermeasure Group One) komu í gjár til Føroya, og í morgun síggjast tey í Nólsoyarfirði á veg til Havnar.

Sambært Uttanríkis- og vinnumálaráðnum skulu tey gera smærri leitivenjingar og royna útgerð.

Um vikuskiftið liggja tey trý skipini við bryggju í Havn.

Talan er um eitt týskt, eitt franskt og eitt estiskt skip.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder