Mentan

Miriam & Janus sýna fram listarligar nektarmyndir

Natúrliga vakrar føroyskar kvinnur avmyndaðar í føroysku náttúruni. Hetta er kjarnin í myndaframsýningini hjá Miriam & Janusi, sum letur upp mentanarnáttina 7. juni í Havn

Mynd: Miriam & Janus

Mynd: Miriam & Janus

2024-06-03 12:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey hava altíð verið hugtikin av kvinnukroppinum, og henda áralanga fasinatiónin er blivin til nógvar langar arbeiðsdagar og túsundtals myndir. Við nærleika eru tær útvaldar, og nú verða tær sýndar fram fyri almenninginum í vónini um at vekja somu hugtakandi kenslur hjá teimum vitjandi. Framsýningin er ein røð av fjálgum og inniligum verkum, sum samantvinna natúrligan vakurleika og listarligar opinberingar.

- Vit gleða okkum at bjóða tær innum at granska viðkvomu javnvágina millum skap og umhvørvi, og uppliva hvussu nakni kroppurin í síni reinastu listarligu útgávu kann geva nýggja orku og íblástur til kreativa sinnið, siga tey bæði Gvøðny Miriam og Janus Gunnarsson, sum eiga og reka Miriam & Janus.

Hetta er aðru ferð, at tey sýna fram nektarmyndir á mentanarnáttini. Fyrstu ferð var í 2021, og síðani hava tey arbeitt støðugt við at granska hesa listagreinina og byggja víðari uppá ta vitan og arbeiði, sum tey hava ment á økinum.

Framsýningin er partur av eini størri verkætlan, sum verður við í eini komandi bókaútgávu, sum lýsir ferð teirra í myndaverðini seinastu árini.

Nært tú ikki framvið á sjálvari mentanarnáttini, so kanst tú ugga teg við, at framsýningin verður at síggja í hølunum hjá Myndaboks, har Miriam & Janus eisini halda til.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder