Innanlands

Mirjam í Sandavágs kirkju

Hilda Viderø fer at greiða frá arbeiðinum hjá hjálparfelagsskapinum í annaðkvøld

2025-03-03 19:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týskvøldið 4. mars kl. 19.30 verður spennandi tiltak í Sandavágs kirkju.

Tá fer Hilda Viderø at greiða frá arbeiðinum hjá hjálparfelagsskapinum Mirjam.

Hilda hevur fyri stuttum verið í Kenja í Afrika og vitja støð, har Mirjam hevur sítt virki, og fer undir fyrilestrinum at vísa myndir haðani, og eisini at siga frá okkum nýggjum, spennandi tiltøkum.

Eftir fyrilesturin ber til at seta spurningar, og annars hava orðskifti um evnið. Kirkjukaffi aftaná.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder