Innanlands

Mirjam skal tæna á trúboðaramiðstøð í Belgia

Fyrst í oktober fer Mirjam Glerfoss úr Klaksvík til Zaventem í Belgia, har hon næstu tríggjar mánaðirnar skal hjálpa til á trúboðara- og ráðstevnumiðstøð hjá missiónsfelagsskapinum Operation Mobilisation (OM).

Mynd: Trúðboðin

Mynd: Trúðboðin

2019-09-26 20:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mirjam Glerfoss er 16 ára gomul. Hon er uppvaksin í Klaksvík, men eftir at hon varð liðug við 9. flokk á Skúlatrøð í Klaksvík í summar, fór hon til Bournemouth í Suðurongalndi á málskúla, har hon løtuni gongur hon á málskúla. Um tíggju dagar,  6. oktober, gongur leiðin hjá Mirjam víðari til miðstøðina hjá OM í Zaventem, ið liggur beint uttanfyri høvuðsstaðin Brüssel. 

– Heldur enn at fara í 10. flokk, sum tey flestu, vildi eg heldur royna okkurt nýtt og spennandi, áðrenn eg fari á miðnámsskúla. Eg vil fegin bæði tæna og læra meira um Gud, sigur Mirjam við heimasíðuna hjá Trúboðanum.

Talan er um eina trúboðara- og ráðstevnumiðstøð hjá OM. Hagar koma trúboðarar, felagsskapir, kirkjur og einstaklingar úr øllum heiminum á ráðstevnur og annað. Eisini er tað ein miðstøð fyri starvsfólk hjá OM, skrivar Trúðboðin. Mirjam fær ymiskar uppgávur á miðstøðini: 

– Eg skal bæði hjálpa til við praktiskum tænastum, so sum at gera reint og servera til máltíðir, men eg skal eisini vera við í ymiskum verkætlanum. Eg komi at arbeiða saman við bæði sjálvbodnum og trúboðarum úr øllum heiminum og eisini fólkum úr Belgia. Eg gleði meg at fara, eisini til at vera saman við øðrum, sum eru í missión, sigur Mirjam.

Mirjam Glerfoss skal hjálpa til á trúboðaramiðstøðini í smáar tríggjar mánaðir, og ætlandi kemur hon heim aftur á jólum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder