Uttanlands

Miseydnað týningarroynd meldað til løgregluna

Eitt sjónband av einum minki á einum garði í Hjørring hevur vakt ans á sosialu miðlunum

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2020-11-09 12:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt sjónband, sum vísir týningina av einum minki í norðurjútlenska býnum Hjørring hevur um vikuskiftið vakt ans í Danmark.

Sjónbandið, sum er tikið upp og almannakunngjørt av einum starvsfólki á einum minkagarði, er deilt túsundatals ferðir á Facebook. Í sjónbandinum sær mann eina miseydnaða týning av einum minki. Talan er um so ótespiliga sjón, at felagsskapurin Dyrenes Beskyttelse hevur meldað málið til løgregluna.

Sambært Jyllands-Posten verður upplýst, at fleiri borgarar eisini hava meldað málið.

Fyri at steðga møguligu spjaðingini av einum nýggjum slagi av koronavirus, hevur danska stjórnin boðað frá, at allir minkar í Danmark skulu takast av døgum.

Upplýst varð tó sunnudagin, at stjórnin ikki hevði heimild at krevja, at frískir minkar eisini skuldu takast av døgum, men ein roynd verður nú gjørd at fáa eitt lógaruppskot ígjøgnum um hetta.

Fleiri flokkar taka tó ikki undir við at skunda málið ígjøgnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder