2019-08-20 12:45
20-ára gamla Monika Midjord Nolsøe varð av Miss Danmark vald til danska umboðið í World Beauty Queen, sum í hesum døgum er í Seoul í Suður Korea.
Í gjár skuldu luttakararnir úr ymsku londunum taka myndir í sínum tjóðarbúna. Miss Danmark skrivar á sínari Facebook-síðu, at tey eru errin av, at Monika Nolsøe umboðar bæði Danmark og Føroyar, og harvið var hon í sínum føroyska búna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald