1. januar 2023 missa børnini hjá Joachim prinsi síni heiti sum prinsur og prinsessa. Tað hevur Margreta drotning avgjørt.
Kongshúsið skrivar í fráboðan í dag, at avgerðin hjá drotningini er í tráð við líknandi tillagingar, sum eru gjørdar í øðrum kongshúsum seinastu árini.
Joachim prinsur hevur fýra børn. Við fyrstu konu sínari, Alexandru greivafrú, hevur hann synirnar Nikolai prins og Felix prins, og við núverandi konuni, Marie prinsessu, hevur hann sonin Henrik prins og dótrina Athena prinsessu.
Frá 1. januar missa hesi heitini sum prinsur og prinsessa, men tey varðveita tó heitini sum greivar og komtessa av Monpezat. Tað var í apríl 2008, at Margreta drotning gav synunum, hjúnarfelagum teirra og børnum teirra heitini greivi, greivafrú og komtessa av Monpezat.
Í mai 2016 varð boðað frá, at Christian prinsur sum komandi kongur verður tann einasti av ommubørnunum hjá drotningini, sum fær apanasju, tá hann gerst vaksin, og avgerðin hjá drotningini um at taka kongaligu heitini frá børnunum hjá yngsta soni hennara er ein natúrligt framhald av hesum, skrivar kongshúsið.
– Hennara hátign drotningin ynskir við sínari avgerð at skapa karmar fyri, at tey fýra ommubørnini í størri mun kunnu skapa teirra egnu tilveru uttan at verða avmarkað av serligum atlitum og skyldum, sum eitt formligt tilknýti til kongshúsið sum stovn inniber.
Børnini hjá Joachim prinsi varðveita tó øll sítt pláss í arvarøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald