Innanlands

Missiónsvikan á Argjum byrjar í kvøld

Møti eru á skránni hvørt kvøld frá klokkan 19.30 - sunnudagin er tað klokkan 17

Frá í dag, mikudagin 5. februar, til sunnudagin 9. februar verður árliga missiónsvikan í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum

Frá í dag, mikudagin 5. februar, til sunnudagin 9. februar verður árliga missiónsvikan í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum

2025-02-05 13:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frá í dag, mikudagin 5. februar, til sunnudagin 9. februar verður árliga missiónsvikan í Kirkju- og missiónshúsinum á Argjum.

Kirkju- og missiónshúsið boðar frá, at byrjað verður við møti klokkan 19.30 í kvøld. Tað er við Hilmari Danielsen og Argjakórinum.

Møtini byrja klokkan 19.30 hvørt kvøld og enda við drekkmunni.

Sunnukvøldið verður tað tó klokkan 17, har endað verður við nátturða. Barnaansing verður eisini til seinasta møti sunnukvøldið, sum er við Gerhard Jónsson Mikkelsen, presti, og kórinum Tabitha.


Skráin er hendan:

Mikudagin 5. februar:

Talari: Hilmar Danielsen, Klaksvík

Sangur: Argjakórið


Hósdagin 6. februar:

Talari: Pól Johannesen, Klaksvík

Sangur: Tummas Pauli og Martha Mýri, Klaksvík


Fríggjadagin 7. februar:

Ung úr Meinigheitshúsinum í Havn skipa fyri

Sangur: Bjarta Ásbjørnsdóttir Arge


Leygardagin 8. februar:

Talari: Rannvá Langgaard, Klaksvík

Sangur: Thaborkórið


Sunnudagin 9. februar:

Talari: Gerhard J. Mikkelsen, Fuglafjørður

Sangur: Tabitha


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder