
Byrjað varð sunnudagin við familjumøti, og hildið verður fram í kvøld, týskvøldið 18. februar.
Frá í dag og fram til leygardagin 22. februar verða møti á skránni hvørt kvøld klokkan 19.30 - fríggjadagin byrjar tað klokkan 20. Sunnudagin eru bæði guðstænasta og møti við prestunum í økinum.
Missiónshúsið Bethania í Gøtu skipar fyri møtunum. Hetta verður seinastu ferð, at øll møtini til slíka viku verða í kirkjukjallaranum við Gøtugjógv.
Arbeiðið at byggja nýggja missiónshúsið er nú komið so mikið væl áleiðis, at miðjað verður eftir at taka tað í nýtslu seinni í hesum árinum. Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari.
Møtiskráin:
Týsdagin 18. februar, kl. 19.30
Møti við Hera Kjærbo
Gospelkórið Lanterna framførir
Mikudagin 19. februar, kl. 19.30
Møti við Petur Martin Glerfoss
Símun Christian Olsen framførir
Hósdagin 20. februar, kl. 19.30
Møti við Símun Persson Jacobsen
Lilja Klein Joensen framførir
Fríggjadagin 21. februar, kl. 20.00
Møti við Elsu Østergaard
Dávur á Reynatrøð og Tummas Martin Jacobsen framføra
Leygardagin 22. februar, kl. 19.30
Møti við Ann Hermansdóttir
Jóhan Magnus Gunrim framførir
Sunnudagin 23. februar
Kl. 11 Altargongdsguðstænasta við Ova Brim
Sunnudagsskúli í kirkjukjallaranum
Kl. 18 Møti við Tummas Lykke Kannuberg
Brúgv framførir
Innsavnan til nýggja missiónshúsið
Drekkamuður verður eftir hvørt møti
Missiónsvika er eisini á Strondum hesa vikuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald