Innanlands

Misskiljing: Brandur bæði borgarstjóri og løgmaður

Kongalig myndabók hevur ikki heilt skil á fakta úr Føroyum

2019-11-27 15:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

”Dronning Margrethe” stutt og greitt eitur prýðilig myndabók, sum júst er útkomin á stóra danska forlagnum Lindhardt og Ringhof.

Bókin lýsir ríkisins yvirhøvur, Margretu drotning við myndum í bæði almennum og privatum støðum. Tað er Karin Palshøj, journalistur, og í fleiri ár tíðindaupplesari á TV Avisen hjá Danmarks Radio, sum hevur skrivað bókina og savnað myndirnar.

Men skjótt er at gera mistøk tá serkøn fólk ikki eru sloppin at rættlesa. Og nú prýðiliga bókin á 44 síður er útkomin, eru tað føroyskir lesarar, ið undrast yvir myndatekstin til vøkru myndina av drotningini sitandi á einum steini og lurta eftir, meðan Brandur Sandoy borgarstjóri, greiðir frá undir drotningavitjanini í Sandoynni á sumri í 2016.

Teksturin til myndina ljóðar soleiðis: ”I 2016 var dronning Margrethe på sit fjortende besøg på Færøerne. På øen Sandoy, der er Færøernes femte største ø, bød borgmester og lagmand, Brandur Sandoy, velkommen og viste rundt”.

Táverandi løgmaður, Aksel V. Johannesen, er á myndini, men verður als ikki nevndur.

Herundir eru nakrar av myndunum, sum myndamaður okkara, Jens Kr. Vang, tók undir vitjanini hjá Margretu drotning í Sandoy 15. juni 2016:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder