2024-04-06 10:43
Í nátt hevur løgreglan verið úti og kannað ferðsluna í høvuðsstaðnum, og í hesum sambandi varð ein bilførari tikin fyri at koyra nógv skjótari enn loyvt var.
Hetta var klokkan trý í nátt á Marknagilsvegnum, har mest loyvda ferðin er 50 km/t, men hesin bilførarin koyrdi heilar 129 kilometrar um tíman.
Førarin misti koyrikortið á staðnum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald