2021-11-21 11:28

Hetta vikuskiftið hevur lítið av fólki verið at sæð í náttarlívinum, og hevur sum heild verið friðarligt, upplýsir løgreglan.
Tó máttu løgreglan í tveimum førum skilja fólk sundur, sum vóru komin til ilnar. Í eina førinum varð ein persónur burturvístur av einum skeinkistaði.
Løgreglan hevur eisini sent onkrar sjúkrabilar eftir fólki, sum eru dottin, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Seint í gjárkvøldið varð ein bilførari í Suðuroynni eisini tikin fyri at koyra ov skjótt.
Bilførarin koyrdi 120 km/t, og sostatt missir hann koyrikortið treytað. Hetta merkir, at bilførarin skal upp til nýggja koyriroynd fyri at fáa koyrirættin aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald