
Fyrr í dag fór ein lastbilur av vegnum oman fyri Líðina í Kollafirði.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at á veg suðureftir misti førarin tamarhaldið á lastbilinum. Tað verður heldur torført at koyra. Krapi var á vegnum, og hetta var við til at gera, at lastbilurin fór av vegnum.
Eingin mansskaði stóðst av hesum. Førarin slapp burturúr støðuni uttan at verða fluttur á sjúkrahús. Onkur skaði var á lastbilinum, sum í løtuni verður tikin uppaftur.
Tað arbeiðið, ið byrjaði fyri lítlari løtu síðani, krevur, at vanlig ferðsla ikki er á strekkinum, sum er frá áleið kirkjuni í Kollafirði og til nakað áðrenn innkoyringina til havnarøkið.
Vaktleiðarin sigur, at stór amboð skulu til fyri at fáa lastbilin uppaftur. Eftir avtalu við fólk á staðnum kunnu lastbilar/bussar koyra eftir landsvegnum.
Fólk á staðnum meta, at arbeiðið fer at varða til áleið klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald