Innanlands

Misti tamarhaldið á bilinum oman móti Skipanesi

Hált og nógvur kavi í morgun eisini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-11-12 07:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt ferðsluóhapp hendi um hálvgun tólv tíðina í gjárkvøldið í rundkoyringini á Skipanesi.

Talan var um eitt einaóhapp. Ein bilur kom koyrandi í brekkuni oman av Gøtueiði móti Skipanesi, tá bilførarin misti tamarhaldið á bilinum orsaka av hálku.

Ongin møguleiki var at stýra og bilurin fór glíðandi oman í rundkoyringina og tvørtur um rundkoyringina áðrenn hann støðgaði. Bilurin fekk stóran skaða, men ongin persónsskaði var, upplýsir vakthavandi á politistøðini.

Okkurt annað minni hálkuóhapp hendi eisini í gjárkvøldið.

Beint fyri klokkan sjey í morgun, hevði løgreglan enn ikki fingið boð um nakað óhapp í morgunferðsluni, men ávarað verður um hálku tí fitt av kava er komið niður í nátt.

Sambært Landsverk er hált um alt landið

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder