2020-10-29 14:56

- Eitt stórt hol kom á, og tíverri fór nógvur laksur úr.
Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi, sigur við Kringvarpið, at mongdin av laksi sum slapp út í nátt svarar til ein ella ein og ein hálvan framleiðsludag.
20.000 laksar sluppu úr tøkubúrinum á Sandsvág. Við vp.fo sigur stjórin, at virði á mista laksinum liggur um einar 4 milliónir krónur.
Í dag royna arbeiðsfólk hjá alifelagnum at fáa so nógv upp aftur sum gjørtligt við at seta gørn, men talan er um eitt stórt øki. Annars verður holið tætt, og mannagongdirnar gjøgnumgingnar fyri at syrgja fyri, at tað ikki hendir aftur, sigur Hans Jákup Mikkelsen við Kringvarpið.
Hoyr samrøðuna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald