Flogferðslumyndugleikar hava mist sambandið við eitt indonesiskst flogfar við fleiri enn 50 fólkum umborð.
Eitt 27 ára gamalt Boeing 737-500, fór av floghavnini í indonesiska høvuðsstaðnum Jakarta klokkan 7.30 í morgun okkara tíð, og stutt eftir, at tað var farið í luftina, misti mann sambandið við flogfarið.
Tað er lágprísflogfelagið Sriwijaya Air, sum eigur flogfarið, sum hevði kós móti oynni Borneo.
Sambært tíðindastovuni Reuters halda bjargingarfólk, at tey hava funnið vrakpetti frá flogfarinum á sjónum uttanfyri Jakarta. Higartil er tó ikki váttað, at talan er um sama flogfar.
Sambært Ritzau vóru 56 fólk umborð á flogfarinum, harav sjey børn, og manningin taldi seks, men hesi tølini eru ikki endaliga váttað.
Flogfelagið upplýsir, at tey eru í ferð við at innsavna fleiri upplýsingar um, hvat er hent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald