Innanlands

Mistu streymin ein hálvan tíma í nátt

Trupulleikar vóru við 60 kV linjunum, og ávirkaði tað streymveitingina í Norðurstreymoy, norðaru helvt av Eysturoynni og í Norðoyggjum

(Mynd: SEV)

(Mynd: SEV)

2022-02-25 07:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Norðurstreymoy, norðara helvt av Eysturoynni og í Norðoyggjum mistu tey streymin eina løtu í nátt.

SEV uplýsir á Facebook í morgun, at trupulleikar vóru við 60 kV linjunum, og ávirkaði hetta streymveitingina.

Streymurin var vekk í tíðarskeiðnum 1.15 - 1.45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder