
- Tað hevur gingið rættiliga væl, sigur Høgni Hansen, rakstrarleiðari hjá SEV, í kvøld. Nógvur vindur hevur verið, og tá hendir tað javnan at streymurin er vekk í eina løtu.
Men bara í norðara parti av Eysturoynni, eitt nú á Eiði og við Gjógv, vóru tey uttan streym í einar sjey minuttir. Á sosialum miðlum hava fleiri gjørt við, at tað hevur blinkað nakað í kvøld, og tað váttar rakstrarstjórin. Tað hevur tað gjørt.
Hetta kemst av jørðfeilum á yvirorðnaða netinum hjá SEV, sum koma orsakað av nógv vindinum, sum hevur verið í kvøld, greiðir hann frá. Men tað er altso ikki fleiri enn tey í norður-Eysturoy, sum hava mist streymin, sigur Høgni Hansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald