Í november fer republikanski leiðarin í amerikanska Senatinum, Mitch McConnell at leggja frá sær. Hesum boðaði hann sjálvur Senatinum frá mikudagin sambært Ritzau.
McConnell er longst sitandi senatsleiðarin í søguni hjá USA. Hann hevur staðið á odda fyri Republikanarunum í Senatinum í nærum 17 ár, í løtuni sum minnilutaleiðari.
– Tíðini kann mann ikki vinna á. Eg eri ikki longur ein ungur maður, sum situr aftast og vónar, at starvsfelagar minnast navn mítt, segði MConnell, sum í farnu viku fylti 82 ár. Hann heldur, at eitt nýtt ættarlið av leiðarum nú eigur at sleppa framat.
Mitch McConnell, ið umboðar statin Kentucky, hevur sitið í Senatinum, síðan hann fyrstu ferð varð valdur í 1984.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald