Mitt Romney, republikanskur senator fyri Utah og fyrrverandi forsetavalevni og fyrrverandi guvernørur í Massachusetts, luttók í gjár í einari mótmælisgongu móti rasismu í Washington D.C.
Sostatt er hann tann mest navnframi limurin í republikanska flokkinum, sum á tann hátt hevur víst, at hann stuðlar mótmælisfólkunum.
Nógvir av hinum republikanarunum taka tó undir við Donald Trump, sum hevur tikið frástøðu frá mótmælistiltøkunum og hevur hótt við at senda boð eftir herinum. Hesi hava tó eisini tikið frástøðu frá teimum løgreglufólkunum, sum handtóku George Floyd, sum doyði fyri tveimum vikum síðani.
Mitt Romney tykist at vera einasti republikanski senatorin, sum hevur luttikið í mótmælistiltøkunum. Hann fylgdist við mótmælisfólkunum í gott hálvanannan tíma. Sjálvur sigur Mitt Romney, at hann hevur gjørt tað fyri at gera greitt at "svørt lív hava týdning" (Black Lives Matter, red.). Fleiri viðmerkingar hevur hann ikki til málið.
Stuðla ikki Donald Trump
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Mitt Romney ger ímóti forsetanum. Undir ríkisrættarmálinum atkvøddi hann fyri at ákæra forsetan fyri valdsmisnýtslu.
Sambært Ritzau eru fleiri republikanarar, sum eri til reiðar at boða frá, at teir ikki stuðla amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Millum hesi er fyrrverandi forsetin George W. Bush, sum sigur, at hann ikki stuðlar Trump í hesum forsetavalstríðnum. Jeb Bush, fyrrverandi guvernørur í Florida sigur seg eisini ivast í, hvørjum hann skal atkvøða fyri, siga keldur við New York Times.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald