Innanlands

Mjólk fer ikki at mangla næstu tíðina

MBM hevur fingið undantøk. Hetta váttar stjórin, Hákun Steingrímsson, fyri Kringvarpinum

2024-05-14 13:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vesipappír og brennievni. Hetta eru millum vørurnar, sum fólk hava lagt seg eftir at fingið fatur á, nú verkfallið hjá arbeiðarafeløgini byrjar.

Summi eru stúrin, tí vørur helst ikki fara at koma til landið í eina tíð - tað kann gerast talan um fleiri vikur.

Mjólk verður tó ikki ein trupulleiki - í øllum førum ikki fyrstu tíðina. Hetta staðfestir Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM. Tað ger hann í samrøðu við Kringvarpið í dag.

MBM hevur fingið undantøk, so at mjólk kemur í handlarnar. Hetta so at framleidda mjólkin ikki fer til spillis.

Vanligu mjólkapakkarnar vera harvið at síggja næstu tíðina, sigur Hákun Steingrímsson. Størri ivamál er um ymiskar aðrar mjólkaúrdráttir og vørur, ið MBM vanliga framleiðir.

Tað er ikki neyðugt at "hamstra" vanliga mjólk er staðfestingin.

Hoyr alla samrøðuna á kvf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder