Minningarguðstænasta verður í Hvalbiar kirkju nú sunnudagin 25. februar klokkan 12.30.
Hetta er í sambandi við, at tá vera júst 100 ár liðin, síðani sluppin General Gordon legði út frá Hvalba, og ongantíð spurdist aftur.
Tað skrivar Hvalbiar kirkja í kunningarskrivi í dag.
- Undir gudstænastuni verða nøvnini á teimum sum sjólótust við General Gordon lisin upp. Ein grein, sum Óli Jacobsen hevur skrivað um hendingina, verður lisin, og ein stutt andakt verður hildin. Mansbólkurin úr Hvalba-Tvøroyri
luttekur við sangi.
Hendingin hevði stóra ávirkan á Hvalba. 19 mans fórust við sluppuni - ellivu teirra vóru úr júst Hvalba.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald