Innanlands

Moderatarnir standa til at blíva triðstørst

Hvørki reyði ella blái blokkurin fáa meiriluta sambært nýggjari veljarakanning – júst støðan, sum Lars Løkke Rasmussen fór eftir

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-10-25 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Lars Løkke Rasmussen og nýggi flokkur hansara, Moderaterne, standa til at fáa eitt gott val, og koma á fólkating við 11,5 prosent av atkvøðunum á fólkatingsvalinum um eina viku.

Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau.

Fyri trimum døgum síðani lógu tey moderatu á 8,8 prosentum, meðan flokkurin fyri einum mánaði síðani stóð til akkurát at klára upp um tinggátt við 2,4 prosentum.

Tey 11,5 prosentini í nýggjastu kanningini svara til 21 limir í fólkatinginum, og verður tað úrslitið, so merkir tað, at hvørki reyði ella blái blokkurin fær meiriluta.

Tað er júst tann støðan, sum Lars Løkke fór eftir. Hann ynskir at skipa stjórn tvørtur um miðjuna – nakað, sum einans sosialdemokratarnir og tey radikalu eisini hava tosað um.

Sambært nýggju kanningini fáa reyðu flokkarnir 83 limir í fólkatinginum og bláu flokkarnir 71.

Meðan tað gongur framá hjá teimum moderatu, so gongur tað framvegis niður á bakka fyri tey konservativu.

Flokkurin hjá Søren Pape Poulsen stendur nú til at fáa 6,0 prosent av atkvøðunum afturímóti 6,7 prosentum fyri trimum sødum síðani.

Harvið liggja tey konservativu til at fáa eitt verri val enn 2019, tá borgarligi flokkurin fekk 6,6 prosent.

Eisini tey radikalu eru í andróðri sambært kanningini. Flokkurin stendur til at fáa 3,8 prosent, og minkar niður í eina helvt í mun til seinasta val, skrivar Ritzau.

Teir størstu flokkarnir síggja framvegis út til at gerast sosialdemokratarnir og vinstriflokkurin við ávikavist 25,0 og 13,2 prosentum av atkvøðunum.

Moderati flokkurin er triðstørst, meðan SF við 9,6 prosentum sær út til at gerast fjórstørstur á valinum 1. november.

Dansk Folkeparti og Alternativet fáa sambært nýggju kanningini ikki umboðan á fólkatingi. Dansk Folkeparti fær í kanningini 1,9 prosent og Alternativet 1,7 prosent.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder