Uttanlands

Moderaterne sleppur at stilla upp á fólkatingsvalinum

Danska innlendismálaráðið hevur nú góðkent nýggja flokkin hjá Lars Løkke, og sleppur hann sostatt at stilla upp á næsta fólkatingsvali, sum skal vera í seinasta lagi 4. juni 2023

Lars Løkke Rasmussen var limur í Vinstra í 40 ár og formaður í tíggju ár, men fyri góðum ári síðani meldaði hann seg úr flokkinum, og hevur hann nú stovnað Moderaterne (Savnsmynd)

Lars Løkke Rasmussen var limur í Vinstra í 40 ár og formaður í tíggju ár, men fyri góðum ári síðani meldaði hann seg úr flokkinum, og hevur hann nú stovnað Moderaterne (Savnsmynd)

2022-03-14 17:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Moderaterne, nýggi flokkurin hjá fyrrverandi danska forsætisráðharranum og Vinstra-formanninum Lars Løkke Rasmussen, er nú endiliga góðkendur til at stilla upp á næsta fólkatingsvalinum.

Í september í fjør varð boðað frá, at flokkurin hevði tryggjað nóg nógvar undirskriftir til at stilla upp. Neyðugt er við 20.182 undirskriftum, og flokkurin hevur 25.968.

Fyrr í hesum mánaðinum boðaði Lars Løkke tí frá, at hann hevði biðið um formliga at fáa flokkin góðkendan til uppstilling, og ynskti hann sær bókstavin M. Hetta er nú veruleiki, skrivar Ritzau.

Næsta fólkatingsvalið skal vera í seinasta lagi 4. juni 2023.

Tað var 1. januar í fjør, at Lars Løkke meldaði seg úr danska vinstraflokkinum aftaná 40 ára limaskap og tíggju ár sum formaður. Hann var forsætisráðharri í tveimum tíðarskeiðum, 2009-2011, og 2015-2019. Í august 2019 legði hann frá sær sum formaður orsakað av ósemju í flokkinum.

Í apríl í fjør boðaði fyrrverandi danski forsætisráðharrin síðani frá, at hann fór at stovna nýggjan politiskan flokk, og í juni sama árið byrjaði hann at savna inn veljaraundirskriftir.

Um flokkin varð m.a. sagt:

– Nýggi flokkurin ætlar at "skapa framgongd og broytingar á einum krossøki millum ein bláan blokk, sum pínist av virðispolitikkinum og ein reyðan blokk, sum hongur fast í einari avoldaðari áskoðan um einstaklingin og statin".

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder