Uttanlands

Moderaterne stovnandi ársfund í dag

Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi danskur forsætisráðharri, sum er valdur til formann í nýstovnaða flokkinum, gjørdi í røðu sínari greitt, at Moderaterne er ein miðflokkur, sum fer eftir at fáa ávirkan

– Vit eru ikki blá, vit eru ikki reyð. Vit hava blandað litirnar. Vit eru lilla, segði Lars Løkke Rasmussen, formaður, sum á stovnandi fundinum í dag gjørdi greitt, at flokkurin er ein miðflokkur (Mynd: Ritzau)

– Vit eru ikki blá, vit eru ikki reyð. Vit hava blandað litirnar. Vit eru lilla, segði Lars Løkke Rasmussen, formaður, sum á stovnandi fundinum í dag gjørdi greitt, at flokkurin er ein miðflokkur (Mynd: Ritzau)

2022-06-05 12:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag var stovnandi ársfundur hjá nýggja flokkinum hjá Lars Løkke Rasmussen, Moderaterne. Á fundinum í Vejle, har yvir 500 limir luttóku, varð Lars Løkke eisini valdur til floksformann.

Í røðu sínari nevndi Lars Løkke, at flokkurin er klárur til fólkatingsval, sum skal vera í seinasta lagi 4. juni 2023.

– Vit eru til reiðar til at seta fram uppskot, sum veruliga betra og gera mun, segði hann.

Er hvørki reyður ella bláur

Lars Løkke gjørdi greitt, at Moderaterne er ein miðflokkur, og at har framvegis er brúk fyri honum, so leingi sum høgra- og vinstraflokkar ikki kunnu skipa samgongu tvørturum miðjuna.

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, hevur í dag boðað frá, at hon er sinnað at kanna møguleikan fyri at skipa stjórn tvørturum miðjuna eftir næsta val, men tað uppskotið hevur ikki verið væl mótikið. Tað sama royndi Lars Løkke eisini at gera í 2019, tá hann framvegis var forsætisráðharri, sigur hann.

– Teimum, hon rakti hondina, hava avvíst hana eins og hon sjálv gjørdi, tá eg rakti henni hondina, sigur hann og sipar til teir flokkarnar, sum hava avvíst at samstarva við Mette Frederiksen, eitt nú Vinstraflokkurin, sum Lars Løkke sjálvur var partur av, inntil hann meldaði seg úr flokkinum í januar 2021.

Lars Løkke ynskir, at nýstovnaði flokkurin hjá honum skal fáa ávirkan, tá stjórn skal skipast.

– Verða vit ikki tann flokkurin, sum fær avgerandi atkvøðurnar, verður tað, sum tað plagar at vera, sigur hann sambært Ritzau.

– Vit eru ikki blá, vit eru ikki reyð. Vit hava blandað litirnar. Vit eru lilla.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder