2021-10-07 14:19

Koppsetingarídnaðurin er stórur, og nú ætlar Moderna at leggja 500 milliónir dollarar, ið er nakað yvir tríggjar milliardir krónur, í eina verksmiðju sum skal framleiða koppsetingarevni í Aftika.
Tað skulu framleiðst upp ímóti 500 milliónum skamtum av mRNA-koppsetingum - millum annað koronukoppsetingum - hvørt ár.
Tað er ikki greitt enn, hvørjum landi hendan fabrikkin verður, men sambært Reuters fer amerikanska fyritøkan skjótt at kunngerða tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald