Innanlands

Moderna-vaksinan eisini góðkend í ES

Danmark roknar við at fáa fyrstu skamtirnar í komandi viku

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-01-07 08:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar og onnur lond í Evropa kunnu rokna við betri atgongd til koronavaksinu í komandi døgum.

ES-nevndin hevur nú góðkent koppingarheilivágin frá fyritøkuna Moderna. Tað upplýsti ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen, í gjár.

Sostatt er heilivágurin góðkendur at brúkast í øllum ES-londum, herundir Føroyum eisini, eins og heilivágurin frá Pfizer og BioNTech, sum hevur verið brúktur í eina tíð.

- Hetta merkir, at okkara mest týðandi vápn í stríðnum móti virusinum nú verður sterkari. Við avtaluni við Moderna kunnu vit tryggja tríggjar milliónir danir, segði danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, í eini fráboðan.

Føroyar hava, sum kunnugt, atgongd til ein lutfalsligan part av vaksinunum, sum Danmark fær.

Fyrsta sending av vaksinum frá Moderna kemur væntandi til Danmarkar í næstu viku, upplýsir Statens Serum Institut, sambært Ritzau. Í fyrstu atløgu verður talan um 5.000 skamtar.

Vaksinan frá Moderna er lættari at handfara, tí hon skal ikki koymast í 70 kuldastigum eins og vaksinan frá Pfizer/BioNTech.

- Vaksinurnar hava sama virkna, men Moderna er lættari at handfara. Hetta merkir, at hon kann koma út har tað ikki eru frystarar, sum klára 70 minusstig. Hon kann tí brúkast heima hjá fólki, til dømis, sigur stjórin fyri danska heilivágsstýrið, Thomas Senderovitz, við dr.dk.

Báðar hesar vaksinurnar byggja á nýggju sonevndu mRNA-tøknina. Tær brúka eina genetiska kotu frá einum proteini, ið liggur á útsíðuni á koronavirusinum.

Sambært Thomas Senderovitz, er vaksinan hjá Moderna eins trygg og hin vaksinan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder