Uttanlands

Moderna-vaksinan kemur til Danmarkar í morgin

Men verður ikki send víðari til Føroyar í fyrstu atløgu

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-01-11 09:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrstu 5.000 skamtarnir av koppsetingini frá amerikansku heilivágsfyritøkuni Moderna, kemur til Danmarkar í morgin.

Tað upplýsir Statens Serum Institut, sambært Ritzau.

Men føroyingar fáa ikki gagn av teimum fyrstu av hesum slag, tí danska heilsustýrið hevur gjørt av at senda allar Moderna-skamtarnar til Region Syddanmark, hetta tí at tað er eitt so avmarkað tal av skamtum, sum koma í fyrstu sending.

Helmingurin av fyrstu veiting skal eisini goymast fyri at tryggja, at tað er nóg mikið av vaksinum til aðru koppseting.

Í viku 4 koma 6.000 skamtar afturat frá Moderna, í viku 5 koma 16.000 og í viku 7 48.000 skamtar. Roknast kann við, at ein partur av hesum verða sendir víðari til Føroyar, tí avtalan millum Føroyar og Danmark er, at vit skulu fáa okkara lutfalsliga part av koppsetingarevnunum, sum Danmark fær.

Koppsetingarheilivágurin frá Moderna varð góðkendur av ES-nevndini í farnu viku, og verður sostatt tann næsti, ið verður tikin í brúk í ES-londunum.

Annan jóladag fekk Danmark fyrstu sending av koppsetingarheilivági. Tað vóru 9.750 skamtir frá Prizer og BioNTech. Síðan eru komnar tvær sendingar afturat, so Danmark nú hevur fingið 95.550 skamtar av hesum slag.

Tilsamans hevur Danmark tryggjað sær 9,2 milliónir skamtar av vaksinuni frá Pfizer og BioNTech. Tað svarar til at 4,6 milliónir borgarar kunnu koppsetast.

Møguliga eru enn fleiri koppsetingar á veg. Danmark hevur umvegis ES gjørt tilsamans seks avtalur um møguleika at keypa vaksinur, um tær rigga og koma á marknaðin.

Tilsamans hevur Danmark nú møguleika fyri at keypa vaksinur, svarandi til at 20,4 milliónir fólk kunnu koppsetast. Tað er tó ikki vist, at allur hesin heilivágurin verður keyptur, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder