Uttanlands

Møguleiki fyri stjórnarskifti í Ísrael

Nýval er til Knesset í dag

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, og frúan, Sara, á Knesset-vali í morgun (Mynd: EPA)

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, og frúan, Sara, á Knesset-vali í morgun (Mynd: EPA)

2019-09-17 09:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dagurin í dag kann gerast ein lagnudagur fyri forsætisráðharran í Ísrael, Benjamin Netanyahu, sum hevur staðið á odda fyri ísraelskum politikki í tíggju ár.

Í dag er tjóðartingsval, tað næsta í bert fimm mánaðir, og hetta kann gerast endin á Netanyahu sum stjórnarleiðari.

Veljarakanningarnar siga nevniliga, at tað stendur á jøvnum millum hansara tjóðskaparkonservativa flokk Lukud og so Blá-Hvítu miðsamgonguna undir leiðslu av fyrrverandi herleiðaranum í Ísreael, Benny Gantz.

Tað sær eisini út til, at ein gamal jokari í ísraelskum politikki, fyrrverandi uttanríkisráðharrin, Avigdor Liebermann, og høgravendi flokkurin, Yisrael Beiteinu, kann fáa ein avgerandi leiklut, skrivar Reuters.

Hóast flokkarnir, sum peikaðu á Netanyahu sum stjórnarleiðara, fingu meiriluta á valinum í apríl, so skuldi tað vísa seg at vera trupult hjá Lukud-leiðaranum at skipa nýggja stjórn.

[object Object]
Avbjóðarin, Benny Gantz (Mynd: EPA)

Samráðingarnar slitnaðu, og nýval mátti skrivast út.

Á valinum í vár stóð eisini á jøvnum. Bæði Likud og samgongan hjá Gantz fingu 35 sessir í tjóðartinginum, Knesset.

Um tað nú eydnast Netanyahu at gerast leiðari í einum fimta valskeiði, so er talan um eina søguliga hending í Ísrael. Undir valstríðnum hevur Netanyahu roynt at tekkjast teimum tjóðskaparligu kjarnuveljarunum við at siga, at hann ætlar sær at leggja Jordandalin á hertikna Vestara Áarbakkan til Ísraelska statin.

69 ára gamli Netanyahu hevur sitið sum forsætisráðharri í tveimum skiftum. Fyrst frá 1996 til 1999 og so aftur frá 2009.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder