Trý hús í Grindavík eru higartil rakt av gløðandi grótbræðing, og helst verður ikki leingi fyrr enn tað fjórða og tað fimte húsið eisini verða rakt.
Tað skrivar RÚV í morgun. Men annars tykist tað sum um, at verjugarðarnir, ið eru lagdir norðan fyri býin taka tað mesta av grótbræðingini, og at skaðin enn er nógv minni, enn um tað ikki varð farið í gongd við at skumpa hesar verjurnar móti grótbræðingini.
Bræðingin floymar burtur úr fleiri sprungum, harav tær flestu eru aftan fyri verjugarðarnar, men ein minni sprunga er komin innan fyri verjugarðarnar, og tað er her, at hús hava fingið skaða.
Á myndini her síggjas gossprungurnar sum reyðar strikur og verjugarðarnir sum gular. Svørtu økini eru har, sum grótbræðingin higartil hevur lagt seg (Mynd: RÚV)
Tað var sunnumorgunin, at tað byrjaði at goysa úr einari sprungu, nógv nærri við býin enn í undanfarna gosi. Um middagsleitið opnaðist ein nýggj sprunga, ið var uppaftur nærri býnum.
Víðir Reynisson, leiðari fyri almannaverndina segði á tíðindafundi í nátt, heldur arbeiðið fram við at skumpa jørð og gera verjugarðar fyri at leiða bræðingina burtur frá býnum. Men hann viðgongur eisini, at tað hevur størri týdning at verja havnina og ídnaðarøkið, enn at verja einstøk hús í útjaðaranum av býnum.
Okkurt bendi í gjárkvøldið á, at virksemið í undirgrundini nú ikki var so virkið, sum tað var, tá gosið byrjaði, og tað kundi bent á, at tað ógvusligasta er hasað av, og vandin fyri fleiri gossprungum ikki er eins stórur. Men tað eru enn smáðir jarðskjálvtar at merkja, so onki er vist í somáta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald