Møguliga er grindin sloppin

Funnu ikki grindina út fyri Leirvík aftur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-19 17:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá bátar seinnapartin fóru út at leita eftir grindini, ið varð fráboðað um hálvgun fimm tíðina í dag, var eingin grind at síggja út fyri Leirvík.

Grindin var kavað, og tað er ikki eydnast at finna hana aftur, upplýsir Jens Jensen, sýslumaður.

So sannlíkindini fyri, at grindin ikki verður funnin aftur áðrenn tað fer at skýma av álvara eru nærliggjandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder