Ódnin Dorian er ávegis móti Bahamas-oyggjunum, og vindstyrkin er komin upp á 71,5 m/s.
Hetta ger, sambært BBC, Dorian til ein av mest vandamiklu ódnunum í nýggjari tíð, og verður hon møguliga tann mest ógvusliga, sum mann hevur sæð í økinum, síðan kategori 5-ódnin, Andrew, drap 65 fólk og oyðilegði 63.000 heim í 1992.
Les eisini: Dorian er nú ein kategori 5-ódn
Í Bahamas-oyggjunum hevur mann leigað bátar at flyta fólk burtur úr støðum, sum eru í vanda fyri at blíva harðast rakt. Sambært National Hurricane Center (NHC), kunnu fólk vænta, at vatnstøðan fer at hækka upp móti 4,5 metrar í støðum.
Sambært DR hava nógv fólk tó ikki tikið av tilboðnum um at verða flutt burtur, hóast forsetisráðharrin, Hubert Minnis, í gjár segði, at tey, ið ikki tóku av, settu lívið í vanda.
Væntað verður, at amerikanski forsetin, Donald Trump, í dag fer at boða frá, hvørt fólk skulu flytast burtur í Florida.
Undantaksstøða varð lýst í Florida og í Georgia, men ódnin hevur síðani broytt kós. Nú er líkt til, at Dorian fer at raka South Carolina og North Carolina, og er undantaksstøða eisini lýst í hesum statum. Ógreitt er tí, hvar hon fer at raka og nær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald