Innanlands

Møguligt at Heðin Mortensen tekur eina vakt afturat

Nú fáa vit at síggja hvussu tað verður, sigur borgarstjórin í Havn

Heðin Mortensen (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Heðin Mortensen (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-11-04 11:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað kann vera, at Heðin Mortensen aftur stendur á valevnislistanum til kommunuvalið í 2024. Í øllum førum vil hann ikki siga, um hetta verður seinasta vaktin á brúnni ella ikki.

Hetta kom fram í sendingini “Ljóarin” í útvarpinum seinnapartin í gjár. Bókin “Heðin”, sum Hilmar Jan Hansen og Óla Jákup Rólantsson hava skrivað varð umrødd, og ein kapittul í bókini eitur “Einaferð enn út á dekkið”.

Kapittulin snýr seg um at Heðin Mortensen aftaná valið í 2020 aftur kom á ovastu rók í Tórshavnar býráði eftir fýra ár úti í kuldanum og í andstøðu.

Verður hetta seinastu teinur úti á brúnni á Vaglinum, Heðin, spurdi Ingi Rasmussen, journalistur í útvarpinum.

- Nei, eg dugi ikki at svara uppá tað. Nú eri eg komin út á dekkið aftur, eg havi ikki lagt at kei enn, so nú fáa vit at síggja hvussu tað verður, svaraði Heðin Mortensen.

- Mær dámar væl og eg elski hetta arbeiðið sum eg geri nú. Tað er tað, sum drívur verkið.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

At Heðin Mortensen ikki slapp at halda fram sum borgarstjóri aftaná valið í 2016 kom óvæntað, eisini á Heðin sjálvan, men hesaferð verður hann helst meira fyrireikaður til tað.

Tað er ikki soleiðis at tú stúrir fyri tí degnum tá tú fert av brúnni?

- Nei nei slett ikki, tí tá eri eg nokk meira fyrireikaður enn tíðarskeiðið tú nevnir. Tí eg rokni við at tá taki eg avgerðina sjálvur, tá vit koma so langt. Nú fáa vit at síggja, sigur Heðin Mortensen.

Heðin Mortensen er 76 ára gamal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder