Samband er aftur millum partarnar í umfatandi verkfallinum hjá flogskiparunum hjá SAS. Fyrrapartin skuldu tey hittast í norska semingsstovninum, skrivar norska NTB-tíðindastovan.
SAS flogskipararnir í Skandinavia hava verið í verkfalli síðan fríggdagin, tá samráðingarnar um nýggjan sáttmála slitnaðu. Síðan hevur ikki verið samband millum partarnar.
Higartil eru 327.000 ferðafólk rakt av teimum 3.300 avlýsingunum, sum flogfelagið hevur framt síðan verkfallið byrjaði.
Flogskipararnir hava sagt, at løn og arbeiðstíð hava verið forðingarnar fyri at finna fram til semju. SAS hevur upplýst, at teirra flogskiparar í miðal vinna 995.000 krónur um árið, men flogskipararnir siga, at veruliga upphæddin er nógv minni.
Hildið verður nú, at SAS vónar at norski semingsstovnurin kann finna fram til eina semju, sum so eisini kann leggjast fyri semingsstovnarnar í Stockholm og Keypmannahavn, skrivar tv2.dk.
Bara tað, at partarnir aftur eru í sama rúmi er eitt gjøgnumbrot í samráðingunum, metir eygleiðarin hjá danska TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald