Innanlands

Møguligt harðskapsmál og brot á skilhaldsreglurnar

Løgreglan í Klaksvík kannar eitt harðskapsmál, og ein persónur varð tikin av løgregluni, eftir at hann var farin inn til fremmand fólk í Havn – Eisini eru tveir bilførarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-12-27 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

2. jólakvøld plagar at vera eitt av teimum heilt stóru veitslukvøldunum, og hóast korona hevur eisini nakað av fólki verið at sæð í býnum í nátt. Tó ikki so nógv í høvuðsstaðnum, har steinkistøðini lótu aftur klokkan 23, júst sum myndugleikarnir mæla til.

Men í Klaksvík høvdu skeinkistøðini opið sum vanligt, og har hevur løgreglan eisini havt fitt av arbeiði. M.a. kannar løgreglan eitt møguligt harðskapsmál. 

Løgreglan hevur tosað við partarnar, og sum skilst var talan um eina ósemju, men meira vita tey ikki at siga á politistøðini.

Nakað eftir klokkan trý í nátt varð løgreglan eisini boðsend til ein privatan bústað í Havn, har ein persónur var farin inn til fremmand fólk og hevði lagt seg at sova.

Viðkomandi hevði fingið rættiliga nógv niðurum, og gjørdi løgreglan av at taka persónin við sær á politistøðina, so hann kundi sova rúsin av sær.

Tá Portalurin tosaði við løgregluna í morgun, var viðkomandi enn hjá løgregluni, og hann sleppur ikki út, fyrr enn hann er blivin edrúur, varð sagt. Hann fær eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Umframt hesi málini, tók løgreglan eisini tveir bilførarar fyri rúsdrekkakoyring í nátt. Ein varð tikin í Eysturoynni, og hin varð tikin á Oyggjarvegnum. Talan var í báðum førum um ungar førarar millum 25 og 30 ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder