Uttanlands

Mohammad Mokhber virkandi forseti í Iran

Fyrsti varaforsetin verður virkandi forseti, inntil nýggjur forseti er valdur

Mohammad Mokhber (Mynd: EPA)

Mohammad Mokhber (Mynd: EPA)

2024-05-20 12:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrsti varaforsetin í Iran, Mohammad Mokhber er í dag settur sum virkandi forseti, eftir at Ebrahim Raisi forseti lat lív í einari tyrluvanlukku í gjár.

Landasorg er lýst í fimm dagar, og Mokhber verður virkandi forseti, inntil nýggjur forseti er valdur. Forsetavalið skal verða innan 50 dagar, skrivar Ritzau.

Skipað verður fyri minningarhaldi í Tabriz í morgin, 21. mai.

Níggju fólk vóru umborð á tyrluni, sum datt niður sunnudagin, og øll lótu lív. Millum teirra var eisini iranski uttanríkismálaráðharrin, Hossein Amir-Abdollahian.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder