Uttanlands

Mohammad Shtayyeh leggur frá sær

Palestinski forsætisráðharrin hevur boðað forsetanum frá, at hann ynskir at leggja frá sær

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2024-02-26 11:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Palestinski forsætisráðharrin, Mohammad Shtayyeh hevur boðað forsetanum, Mahmoud Abbas, frá, at hann og stjórn hansara ynskja at leggja frá sær.

Grundgevingin er álopini á Gazageiran og stríðið á Vestara áarbakka og í Jerusalem.

Mohammad Shtayyeh sigur m.a., at hann heldur núverandi avbjóðingarnar krevja eina nýggja stjórn og ein nýggjan politikk, sum taka hædd fyri "nýggja veruleikanum í Gaza".

Tað var á tíðindafundi í dag, at Shtayyeh, sum hevur verið forsætisráðharri síðan apríl 2019, boðaði frá, at hann hevði biðið Abbas um at verða loystur úr starvi. Sambært Reuters kann Abbas heita á hann um at verða verandi, inntil ein nýggjur forsætisráðharri er funnin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder