Mentan

Mold á Okkara Voxbotn 20/21

90ara-fenomenið Mold verða at hoyra á Okkara Voxbotn fríggjadagin 20. august

2021-08-13 07:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er greitt, at tónleikabólkurin Mold legst afturat nøvnunum, sum fara at framføra á ársins Voxbotn konsertiltaki 20. og 21. august.

– Eftir fleiri á í dvala, trína teir aftur á pall. 90ara-fenomenið Mold verða at hoyra á Okkara Voxbotn 20/21. Mold var meira enn ein tónleikabólkur. Mold var ein mentan. Fyrireika teg til eitt risa rokkshow, tá Mold skrúva forsterkarnar for frá og blása feitan rokk út yvir fjøldina, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

– Vit gleða okkum til eina villa løtu, tá Mold aftur fer á pallin til á Okkara Voxbotn fríggjadagin 20. august.

Frammanundan er longu greitt, at tað verður ein røð av framúr tónleiki at hoyra á Okkara Voxbotn. Millum onnur Robin Schulz, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Hanne Boel, Sanne Salomonsen, Sam Feldt, Christopher, Signar & John og Swangah fara at framføra á konsertdøgunum 20. og 21. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder