2020-02-21 13:54
G! Festivalurin upplýsir í dag, at eitt av nøvnunum, sum kann upplivast á festivalinum í Gøtu í summar, er nítiáraorkestrið Mold, sum fer at spæla í fjósinum fríggjakvøldið á G! Festivalinum.
- Bólkurin er rætt og slætt ongantíð steðgaður heilt, men limirnir hava veri upptiknir í øðrum bólkum sum t.d. 200 og The Reverends. Seattlerokkurin, ið eyðkendi útgávurnar “Mullich Mulli” og “Sun Magnet”, verður nú aftur at hoyra á palli fyri fyrstu ferð í næstan tjúgu ár, skrivar festivalurin á sosialu miðlunum í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald