2019-11-14 17:30
Vágs kommuna hevur samstarv við Porkeris kommunu um moldgoymslu, sum er við landsvegin norðanfyri Porkerisháls, har mold og nýsligið gras kann latast inn og verður síðani tyrvt.
Í vikuni hevur mann tó funnið annað burturkast í moldgoymsluni.
Í hesum sambandi ger Vágs kommuna á heimasíðu sínari vart við, at moldgoymslan bert er til mold og ikki til vanligt burturkast. Annað burturkast eigur at verða burturbeint á bingjuplássunum ella beinleiðis til IRF í Trøllavík, sigur kommunan.
Mynd: Vágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald