Uttanlands

Moldova: Meirilutin fyri ES-limaskapi

Maia Sandu, forseti fekk flestar atkvøður á forsetavalinum í gjár, men neyðugt er við einum nýggjum valumfari 3. november.

Maia Sandu, forseti í Moldova á tíðindafundi seinnapartin (Mynd: EPA)

Maia Sandu, forseti í Moldova á tíðindafundi seinnapartin (Mynd: EPA)

2024-10-21 16:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er greitt, at meirilutin av fólkinum í Moldova er fyri at broyta stjórnarskipanina í landinum, so til ber at raðfesta limaskap í ES.

Talan var tó um ein lítlan meiriluta, tí munurin millum ja og nei var bert 14.000 atkvøður, upplýsti Maia Sandu, forseti í tíðindafundi, tá 99,64 prosent av atkvøðunum vórðu taldar upp, skrivar Ritzau.

50,46 prosent atkvøddu fyri, og 49,54 atkvøddu ímóti at broyta stjórnarskipanina.

Valluttøkan var umleið 50 prosent.

Umframt fólkaatkvøða, var eisini forsetaval í Moldova í gjár, og har fekk sitandi forsetin flestar atkvøður.

Maia Sandu fekk 42,45 prosent av atkvøðunum, men fyri at vinna er neyðugt við yvir 50 prosent av atkvøðunum, og tí verður eitt nýtt valumfar 3. november. Valið stendur millum Sandu og Alexandr Stoianoglo, sum fekk 26 prosent av atkvøðunum í fyrsta umfarinum, skrivar Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder